Bretland vil vera vertur fyri einum G7-toppfundi í juni, upplýsir bretska stjórnin.
Toppfundurin verður tann fyrsti andlits til andlits millum fleiri av heimsins lstóru ídnaðarlondum, eftir at Joe Biden er vorðin forseti í USA.
Fráfarandi amerikanski forsetin, Donald Trump, varð noyddur at avlýsa G7 fundin í fjør av koronufarsóttini.
G7-leiðararnir hava enn ikki vátta luttøku á fundinum, men toppfundurin er planlagdur at vera 11. - 13. juni í Carbis Bay í Cornwall í útsynnings Onglandi.
Alheims svarið upp á farsóttina eins og veðurlagsbroytingar væntast at standa ovast á skránni tilfyrsta fundin andlit til andlits í næstan tvey ár.
– Sum fremsti bólkur av demokratiskum londum hevur G7 leingi verið katalysator fyri avgerandi aljóða gerðum fyri at handfara størstu avbjóðingarnar, sum vit standa fyri, sigur bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, í eini fráboðan.
– Voronuvirus er uttan iva tann mest oyðileggjandi megin, sum vit hava sæð í ættarligð, leggur hann afturat.l
Leiðarar og ráðharran úr teimum sjey londunum – Bretlandi, Kanada, Frankaríki, Týsklandi, Italia, Japan og USA – hava hitst á netinum seinastu mánaðirnar.
Sambært Boris Johnson fer hann at brúka toppfundin til at fremja eina grøna endurreisn eftir farsóttina og koyra undir G7-limirnar fyri at savnast um at »gera framtíðina meira rættvísa, grøna og múgvandi«.
Bretland, sum í ár hevur formansskapðin í G7, sum gongu upp á skift, hevur boðið leiðarum úr Avstraliga, India og Suðurkorea at vera við sum gestalond.
Breetland tekur eisini yvir formansskapin í trygdarráðnum hjá ST í februar. Boris Johnson hevur latið skilt, at hann ætar at styrkja altjóða tilveruna hjá Bretlandi, nú bretar eru farnir nýggja leið eftir brexit.
Bretland fór úr ES eftir næstan hálva øld í felagsskapinum.
/ritzau/AFP