Eg fari at biðja tykkum um at royna at finna føroying, sum sigldi sum ungur við stuttleikabátinum "Globe". Teir vóru sleipaðir inn í Aden í Reyðahavinum vegna róðurskaða í mars 1956.
Eg havi fingið hesa áheitan frá einum granna, Captain John Campbell, sum hevur verið skipari á einum risatangaskipi hjá Texaco. Hann er ættaður úr Watten, nærindis Wick norðast í Skotlandi. Vit hava kenst í 45 ár.
Hann er limur av einum felag, sum kallast Ships Nostalgia. Tað er ein limur í hesum felag, sum hevur biðið John um at royna at finna hendan føroyingin.
Hann skrivar:
”Eina tíð havi eg roynt at finna fram til eina svenska familju, sum eitur Sandberg.
Eg havi enntá havt eina eftirlýsing í einum svenskum blaðði við mynd av frú Sandberg og hennara tveimum smáum døtrum.
Myndin var tikin umborð á skipinum Prometheus í Reyðahavinum í mars 1956, tá teirra bátur Globe fekk róðurtrupulleikar. Men eg havi einki frætt.
Ein av manningini á Globe var ein ungur drongur úr Føroyum. Kona mín, sum var stýrimaður hjá okkum, minnist ikki navn hansara. Men spurningurin er nú um nakar er, sum kann minnast ein føroyskan drong, sum sigldi við Globe fyri meira enn 50 árum síðani.
Skuldi hetta hent, hevði konu míni dámt sera væl at komið í samband við hann at vita, um viðkomandi kann vita nakað um Sandbergfamiljuna og serliga teirra tvær døtur, sum nú eru seinast í 50-árunum.
Veit nakar nakað at siga um hetta kann viðkomandi ringja til Óla Jacobsen tlf. 31 57 69 ella senda ein teldupost: HYPERLINK olij(at)sosialurin.fo olij@sosialurin.fo
ó.