Breti bjóðar føroyingum við til Rockall

Bretin Andy Strangeway ger í summar ferð til Rockall, og hann vil gjarna hava onkran føroying við á ferðina til fjarskotna klettin úti í Norðuratlantshavinum. Andy Strangeway hevur ferðast víðahvar. Hann hevur millum annað gist á øllum teimum 162 størru oyggjunum, og í summar ætlar hann sær upp á Rokkin. Føroyar, Ísland, Írland og Bretland gera krav upp á havøkið kring rokkin.

- Rockall er eitt tað truplasta staðið í heiminum at seta fótin á, og tað er ein spennandi avbjóðing. Eg gjørdi eina roynd at sleppa upp á Rockall í 2008, men tá var eg ikki nóg væl fyrireikaður. Nú veit eg, hvat skal til, og vit hava fyrireikað okkum væl til ferðina í summar, sigur Andy Strangeway við Rás2.

- Onkur kom við hugskotinum um at bjóða umboðum fyri øll fýra londini, sum gera krav upp havøkið kring Rockall, við á ferðina, og tað haldi eg er eitt gott hugskot. So um onkur føroyingur er áhugaður í at koma við á ferðina í summar, vil eg gjarna frætta frá viðkomandi, sigur hann.

Ferðin til Rockall verður gjørd í juni ella juli mánaði. Andy Strangeway ætlar at gera tvær ferðir til Rockall, og hann hevur eisini boðið bretum við á ferðina.

- Tú skalt helst verða hampuliga væl fyri kropsliga, men fyrst og fremst snýr hetta seg um dirvi, tí tað er trupult at sleppa upp á Rockall, sigur Andy Strangeway.