Trupulleikarnir hjá fiskimonnum, sum fiska eftir eini kvotuskipan, eru ofta, at teir koma í eina tvístøðu Bæði fiskimenn, felagsskapir og fiskiídnaðurin í Bretlandi vilja nú í felag taka upp trupulleikarnar við útblaking av fiski. Endamálið við hesum átaki er at minka um henda trupulleikan í bretsku fiskivinnuni.
Felagsskapurin Seafish vil í fyrsta lagi hava at vita, hvat fiskimenn gera fyri at umgangast, at fiskur verður tveittur í havið aftur. Málið er at finna loysnir, sum allir partar kunnu liva við.
Endamálið við kanningini hjá bretum er eisini at finna út av, um fiskur, sum verður tveittur í havið aftur, kundi verið seldur á marknaðinum.
Trupulleikarnir hjá fiskimonnum, sum fiska eftir eini kvotuskipan, eru ofta, at teir koma í eina tvístøðu.
Tað er ikki altíð, at veiðan er so rein, sum myndugleikarnir vilja, og skipanin loyvir.
Tí kunnu fiskimenn koma í ta støðu, at fiskur, sum er veiddur, men sum teir á pappírinum ikki hava loyvi at veiða, verður blakaður útaftur.









