Bretar á val 6. mai

Bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, kunngjørdi fyrrapartin, at parlamentsval verður tann 6. mai. Meiningakanningarnar benda á, at Brown og Labour-flokkur hansara fara at missa stjórnarvaldið, sum Labour hevur havt tey seinastu 13 árini.

Hinvegin bendir alt á, at tann konservativi flokkurin sleppur aftur til valdið, og at David Cameron verður forsætisráðharri aftan á valið.

Men eygleiðarar siga, at báðir flokkar hava sínar trupulleikar at stríðast við, og at mangt kann broytast tann næsta mánaðin.