Kjøtgoymslurnar eru við at ganga undan í Bretlandi. Í vikuskiftinum var einki kjøt at fáa í stórum handilshúsum, tí bretar eru farnir at leggja kjøt inni undir seg. Teir rokna við at ringt verður at fáa hendur á kjøti í framtíðini og at prísurin fer at fara upp i loft, skriva bretsk bløð.
Tað er ikki vandamikið at eta neytakjøt, sjálvt um munn og kleyvsjúka herjar, sigur landdjóralæknin.