Bretar kunnu verða fyrr enn USA at góðkenna koppingarevni

KORONA: The Telegraph skrivar, at bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, ætlar at slaka við tiltøkum og reglum á jólum.

 

Bretland fer kanska longu í komandi viku at góðkenna covid-19 koppingarevni frá heilvágsfelagnum Pfizer og Biontech.

Harvið kunnu bretar verða tey fyrstu at góðkenna koppingarevið, skrivar bretska blaðið The Telegraph.

Við tilvísing til stjórnarkeldur skrivar The Telegraph, at bretsku heilsumyndugleikarnir eru um at fara undir eina formlilga góðkenning av koppingarevninum, og at heilsugreirin hevur fingið boð um at vera til reiðar at umsita tað frá 1. desember.

Heiligvágsstýrið í USA, FDA, hevur boðað frá, at tey hittast 10. desember fyri at tosa um eina møguliga góðkenning av koppingarevninum.

Bretland bað longu í síðstu viku formliga heiligvágsmyndugleikan MHRA um at meta um koppingarevnið.

Bretland hevur bílagt 40 milliónir skamtir av koppingarevninum og væntar at fáa 10 milliónir skamtir innan nýggjár. Tíggju milliónir er nóg mikið til at verja fimm milliónir fólk, tá hvørjum persóni bert nýtast tvær innspræningar.

Bretland fer sambært The Telegraph stovna fleiri stórar koppingarmiðstøðir, har fólk kunnu gerast mótstøðufør ímóti koronuvirus, so skjótt koppingarevnið er tókt.

Ein av fyrstu miðstøðunum verður sett upp í Derby miðskeiðis í desember.

The Telegraph skrivar harumframt, at bretski forsætisráðharrin, Bors Johnsson, fer at slaka tiltøkini og reglarnar á jólum.

– Forsætisráðharrin fer í dag at upplýsa smálutirnar í hesum ætlanum, sigur ein stjórnarkelda við týska tíðindastovuna dpa.

Í veljarakanningum hava breta víst á, at tey fara at broyta avmarkingarnar fyri at kunna vera saman við familju á jólum.

Sambært Sky News fara kirkjurnar at vera opnar á jólum, og tað fer við serligum treytum at bera til at fara á barrir og matstovur.

/ritzau/Reuters