Bretar hækka oljuskatt

Í sambandi við fíggjarlógina fyri 2006 hevur bretska stjórnin gjørt av at hækka skattin hjá feløgunum, sum útvinna olju og gass í bretska partinum av Norðsjónum.

Berlingske Tidende skrivar, at danska felagið A.P. Møller er eitt av feløgunum, sum fær sviðan av skattahækkingini. Sambært blaðnum merkir hækkingin, at danska felagið skal gjalda umleið eina hálva milliard krónur meiri í skatti um árið.

Mærsk Olie og Gas, sum er dótturfelag hjá A.P. Møller, keypti fyri fimm mánaðum síðani tíggju framleiðsluøki í bretska partinum av Norðsjónum fyri 18 milliardir krónur. Nú fær felagið heldur minni burturúr, enn tað hevði roknað við.