Eirikur Lindenskov
? Um bara helmingurin av søgunum um BMW eru sannar, so hava teir uppført seg undir alt lágmark, og bretska fólkið eigur at vísa sína ónøgd við at boykotta BMW, segði John Edmonds, fakfelagsleiðari, við bretska blaðið The Times.
Fakfeløgini óttast, at sølan av Roververksmiðjunum fer at merkja, at fleiri túsund fólk verða søgd úr starvi.
Eisini politikarar stuðla bretska boykottinum av týskum luxusbilum.
? BMW hevur uppført seg ljótt. Eg fari ongantíð at keypa mær ein BMW, segði ein limur í undirhúsinum.
Ein annar fakfelagsleiðari skjeyt upp, at framferðarhátturin hjá BMW eigur at fáa avleiðingar heilt inn í bretsku fregnartænastuna.
? James Bond noyðist nú at skifta sín BMW-sportbil út, helt hann.
? 007 er eitt altjóða symbol upp á bretskt fedralandskærleika, og tað er tí óhugsandi, at hann skal halda fram við at koyra í einum slíkum bili, heldur fakfelagsleiðarin, Sir Ken Jackson.