27 ára gamli maðurin, sum er ákærdur fyri at hava sett eld á AA-húsini á Tinghúsvegnum í Havn í fjør summar, er eisini ákærdur fyri bæði harðskap og brot á vápnalógina.
Løgreglan vil vera við, at hann fyri smáum trimum vikum síðani framleiddi eina bumbu burtur úr krúti, sum hann fekk úr fýrverki. Hann var og vitjaði eina vinkonu í Suðuroy hendan dagin. Seinni um kvøldið brustu tey bumbuna inni í einum bili. Sambært ákæruvaldinum stóðst stórur skaði á bilin, men hvussu stórur er ikki uppgjørt enn. Hann er tí eisini ákærdur fyri at hava framt herverk á bilin. Vinkonan er eisini ákærd, men tað málið verður viðgjørt fyri seg.
Harðskapurin, sum hann er ákærdur fyri at hava framt er í samband við eina trætu í mai mánað. Ákæruvaldið vil vera við, at tað kom til ilnar millum ákærda og ein vinmann. Endin var, at ákærdi ripaði ein stein eftir vinmanninum og rakti hann í høvdið. Síðani skallaði ákærdi vinmannin og endin var, at vinmaðurin svímaði. Meðan vinmaðurin lá á vøllinum sló ákærdi hann einaferð afturat. Ákæruvaldið ákærir hann tí fyri grovan harðskap í hesum førinum.
Í samband við hesa hendingina er ákærdi eisini ákærdur fyri at hava framt harðskap móti fyrrverandi damuni, sum nú er dama hansara, sum bleiv steinaður. Hann er ákærdur fyri at hava sligið hana eina ferð.
Hann er eisini ákærdur fyri at hava sligið eitt vitni til steiningina og at hava hótt viðkomandi og sagt, at um viðkomandi hætti sær at siga nakað við løgregluna, skuldi hann senda fimm mans eftir honum.
27 ára gamli maðurin er fleiri ferðir áður dømdur fyri harðskap, hóttanir og herverk.
Eins og við eldsbrunanum, so noktar ákærdi seg sekan, men sigur seg annars minnast sera lítið til hendingarnar. Hann minnist, at hann og vinmaðurin tveittu skerv eftir hvør øðrum, men tað var bara í spølni, sigur hann. Hann minnist einki til, at hann rakti vinmannin í høvdið ella at vinmaðurin svímaði. So minnist hann, at løgreglan handtók hann niðri í býnum.
Hann minnist, at hann tosaði við fyrrverandi damuna, men noktar fyri, at hann hevur sligið hana. Og vitnið til steiningina sigur hann seg als ikki kenna og veit einki um, at hann hevur sligið ella hótt viðkomandi.
Bumbuna og herverkið á bilin kennist hann heldur ikki við. Hann játtar, at hann var og vitjaði vinkonuna hendan dagin, men sigur, at tey einans sótu heima hjá henni. Hann sigur, at hann ikki hevur havt atgongd til krút og tí ikki hevur havt møguleika at gera nakra bumbu.










