Klokkan 19 mikudagin, 27. juli, verður ein heldur sjáldsamur fótbóltsdystur á Ovaravølli í Gundadali. Tá bresta prestar og politikarar saman í fótbóltsdysti. Tey royndu tað sama í fjør og tað eydnaðist so mikið væl, at tað verðu rendurtikið í ár.
Trúboðin skrivar, at dysturin er ímillum »lógkøn og hálshvít« og hann er til frama fyri eitt vælgerandi endamál. Tað er ókeypis at síggja dystin, men vónin er, at fólk lata eitt oyra kortini. Alt, sum kemur inn, verður latið Beranum, sum hjálpir, seliga børnum og ungum, sum hava mist ein av sínum nærmastu, víðari fram á leið.
Eitt nú skipar Berin fyri sorgarbólkum fyri børnum og ungum, sum hava mist ein av sínum nærmastu. Tey skipa eisini fyri sorgarbólkum fyri foreldrum, ið hava mist børn og annars skipa tey fyri ókeypis samrøðum við sálarfrøðing, umframt at tey ráðgeva, stuðla og vegleiða.
Tá ið Nemus N. Djurhuus bríkslaði dystin av í fjør, stóð á jøvnum 3-3. Brotssparkskapping skuldi tí til fyri at avgera dystin, sum politikararnir at enda vunnu.
– Og hóast arbeiðsgevarin hjá prestunum talaði um náði og fyrigeving, skiltist á øllum prestunum, at í ár verður einki við at venda hin vangan til, tí nú ætla teir sær at hevna tapið í fjør, sigur Trúboðin.
Tiltakið var væleydnað og væl av fólki møtti. Og saman við ónevndum stuðlum, komu 35.000 krónur inn og tær vórðu lætnar eini ungdómsverkætlan hjá Bláa Krossi. Tiltakið í fjør eydnaðist so mikið væl, at tey gjørdu av at gera hetta til eitt afturvendandi tiltak og sostatt verður dystur aftur mikukvøldið.











