Aðalskrivarin í Bláa Krossi Føroya er sera vónbrotin av, hvussu nýggi flogvøllurin í Vágum hevur valt at seta rúsdrekka fram.
- Brennivínið hevur fingið heiðurspláss á flogvøllinum, og øll, sum koma til landið – bæði børn og vaksin – skulu møta øllum handilshillunum við brennivíni, sigur Frants Jensen.
- Tubbakið skal goymast fyri fólki, og skalt tú keypa ein pakka av sigarettum á flogvøllinum, mást tú aftur um eitt forhang fyri at sleppa til pakkarnar. Soleiðis skuldi tað eisini verið við rúsdrekkanum á flogvøllinum. Vit hava avmarkingar galdandi alla aðrastaðni í Føroyum, har loyvi er at seta rúsdrekka fram á handilshillarnar. Tað er í andsøgn við rúsdrekkalógina, at brennivínsfløskurnar kunnu setast fram á besta plássi á flogvøllinum sjónligt fyri børnum og ungum.
- Vilja myndugleikar og politikarar taka atlit til fólkaheilsuna hjá vanliga føroyinginum – og tað haldi eg eri ein sera týðandi uppgávu hjá politikarum og myndugleikum – so er tað avgjørt ikki við at gera atgongdina til rúsdrekka lættari og sjónligari. Heldur hinvegin, sigur Frants Jensen.