Brennivargurin

eftir Jógvan Isaksen er aftur at fáa

»Brennivargurin« hevur verið útseld í fleiri ár, men tann vælumtókta krimisøgan er nú aftur at fáa. Kúllarnir Kári og Rói ganga í 6. D í kommunuskúlanum. Tað er ikki frítt fyri, at teimum dámar at arga lærararnar og ikki altíð við mýkindum. Men teir fáa álvarsligari trupulleikar at takast við, tá ið teir saman við vinfólkunum Magnusi og Beintu seta sær fyri at fanga ein brennivarg.
»Brennivargurin« er løgd til rættis og prentað á Hestprent. Hon er 132 bls. til longdar og kostar kr. 148. Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út.