Bárður er 30 ára gamal og útbúgvin maskinmeistari. Hann byrjaði sum aspirantur í Mærsk-flotanum í 1993 og tók maskinmeistaraprógv í desember 1998. Hann sigldi sum maskinmeistari hjá Mærsk til 2000.
Síðan 2001 hevur hann starvast á umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu.
Leiðarin er fyribils settur í eitt ár. 17 umsóknir vóru til starvið.
Kommunala brennistøðin var tikin í nýtslu í 1987. Brenniorkan er 5 MW ella 2,0 til 2,5 tons um tíman. Árliga brenniorkan er um 16.000 tons. Rakstrartíðin er 8.000 tímar árliga.
Undir brennistøðina hoyrir eisini rottangaskipanin, slamsúgving, tyrvingarplássið í Húsahaganum og jarnmóttøkuplássið á Hjalla.
Tilsamans 22 fólk starvast á Kommunalu brennistøðini.