Í gjár ringdu fólk í Klaksvík til løgregluna, tí tey vóru bangin fyri, at eldur var í einum húsum. Tað stóð óvanliga nógvur roykur úr einum skorsteini og fólk hildu, at tað var okkurt galið við oljufýringini.
Ein maður fór at kanna málið, men tá ið hann tók eitt spjell frá, tendraði knappliga og eldurin stóð út ígjøgnum spjellið.
Maðurin brendi seg nakað í andlitið og tað kundi enda galið, men var knappur og slapp undan tí ringasta. Løgreglan sigur, at hann kláraði sjálvur á Sjúkrahúsið hann hann fekk viðgerð. Hann fekk nakað av skaða í andlitið, men ikki álvarsligan skaða, sigur løgreglan.