Skotland og Noreg fingu hvør sítt stig í einum 0-0 javnleiki á Hampden Park leikvøllinum í Glasgow leygarkvøldið. Bæði liðini høvdu góðar málmøguleikar til at avgera dystin til sín fyrimun. Men sigast má, at Skotland hevði tann størsta. Norski málverjin, Jon Knudsen varð útspældur, og Chris Iwelumo skuldi bara seta innara síðuna á bóltin frammanfyri einum blankum, opnum norskum máli. Men Iwelumo megnaði á undrunnarverdan hátt at senda bóltin framvið málinum. Skotsku frásøgumennirnir vóru skelkaðir um hetta. Talan var um fyrsta landsdystin hjá Iwelumo, sum hevur skorað 8 mál í 7 dystum fyri enska Wolverhampton.










