Brendar brýr í Havn

Fyri 25 árum síðan:

Sosialurin skrivar leygardagin 12. januar 1985 um leikin “Brendar brýr”, sum sjónleikarabólkurin Gríma sýnir fram í Norðurlandahúsinum. Leikurin er um systrarnar Joan og Gretu, sum bíða eftir at mamma teirra doyr. Katarina Hays úr Liverpool hevur skrivað leikin.


Blaðið skrivar eisini, at tveir av leikarunum í Grímu, Egi Dam og Birita Mohr, í februar fara til Indonesia, har tey á oynni Bali skulu í læru hjá sjónleikarum har.



Papagetto í Klaksvík


Týsdagin 15. januar skrivar Sosialurin um ein annan leik “Papagetto”, sum Klaksvíkar Sjónleikarfelag hevði frumframførslu av í Atlantis Bio.


Leikurin er um eina fátæka familju í Napoli í Italia, har húsharrin roynir seg við ymiskum smáum lógarbrotum. Óli Olsen hevur umsett leikin, og leikstjóri er Kári Øster.