So er tolið uppi hjá leiðsluni hjá Liverpool FC, og teir hava rættað seg eftir tí, sum flestu Liverpool-fjeppararnir hava kravt, nevnliga, at Brendan Rodgers skuldi fáa sekkin, sum høvuðsvenjari hjá Liverpool FC.
Og aftaná 1-1 javnleikin ímóti Everton var tað farvæl og takk til Brendan Rodgers.
Frank de Boer, Carlo Ancelotti og Jürgen Klopp eru allir settir í samband við Liverpool FC, og væntar BBC, at nýggi venjarin skal finnast millum hesi trý nøvnini.
Brendan Rodgers byrjaði, sum venjari hjá Liverpool í 2012.
Rodgers hevði eitt gott kappingarár 2013-2014, har Liverpool var ógvuliga nær við at vinna enska meistaraheitið, men síðani tá hevur ikki gingið heilt eftir vild hjá Brendan Rodgers, sum hevur keypt nógvar spælarar, sum ikki hava sligið til.










