Bremsurnar virkaðu ikki sum tær skuldu

Lastbilurin hjá Strandferðsluni, sum mánadagin seinnapartin endaði í havnini í Skopun, er ikki enn liðugt kannaður á Bileftirlitinum. Kortini er longu staðfest, at bremsurnar virkaðu ikki eftir ætlan

? Kanningar á Bileftirlitinum mugu halda áfram, áðrenn til ber at siga, hví bremsurnar ikki virkaðu, sigur Ingibjørn Eldevig, sýslumaður á Sandoynni, sum hevur hetta málið um hendir.

? Spurningurin er nú, um tað er vantandi viðlíkahald ella tað er nakað, sum er hent her og nú, ið er orsøkin til, at bremsurnar ikki virkaðu, sum tær skuldu.

Bremsurnar á lastbilinum høvdu annars virkað, júst til bilurin fór oman brekkuna til Skopunar. Sjálvt um bilførarin á lastbilinum loysti av, hevur hann tó koyrt lastbil hjá Strandferðsluni leingi.

Ingibjørn væntar, at meira verður klárt í næstu viku um orsøkina til, at bremsurnar ikki virkaðu. Ein endalig frágreiðing verður tó ikki klár fyrr enn um eini 14 dagar.