Bremsur sviku og bilurin fór oman gjøgnum hagan

- Bilurin fór so mikið langt, at tað var lættari at taka hann upp av landsvegnum niðan fyri, sigur løgreglan.

 

Seinnapartin í gjár hendi eitt solo-óhapp nærindis Effo-støðini í Kollafjarðardali. Tað var ein bilur, sum kom koyrandi eftir Oyggjarvegnum og skuldi oman móti Effo-støðini.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at tá bilførarin skuldi taka seinasta svingið í longu brekkuni oman eftir, riggaðu bremsurnar sambært føraranum ikki.

 

- Bilurin fór út av vegnum og langan veg oman eftir lendinum. Bilurin fór so mikið langt, at tað var lættari at taka hann upp av landsvegnum niðan fyri, sigur løgreglan.

 

Vaktleiðarin sigur, at bilførarin varð fluttur á Landssjúkrahúsið, men hevði tað eftir umstøðunum hampiligt. Hinvegin fórst bilurin rættiliga illa, leggur løgreglan aftrat.

 

##med2##

 

##med3##