Síðstu nátt varð ferðslan, sum skuldi ígjøgnum Leynatunnilin, tarnað eina góða løtu, tí at sjálvvirkandi bummurin fekk eitt brek. Brekið elvdi til, at hann fór fyri í heilum, so at bilarnir fingu ikki koyrt, men Løgreglan sigur, at fólk frá Landsverkið komu á staðið og fingu rættað brekið.
Annars sigur Løgreglan, at tað hevur verið nógv fólk í býnum um vikuskiftið, men at tað, sum heild, hevur verið friðarligt