Breivik kann ikki dømast í fongsul

Anders Behring Breivik, sum myrdi 77 fólk í Oslo og á Utøya tann 22. juli, kann ikki fáa fongsulsrevsing fyri illgerðina. Tað er niðurstøðan hjá tveimum rættarsálarlæknum, sum hava latið rættinum í Oslo eina drúgva frágreiðing.

Teir báðir rættarsálarlæknarnir siga, at út frá samrøðum, sum teir hava havt við Breivik, kann staðfestast, at hann var sjúkur í gerningsløtuni, og at hann tí ikki kann ábyrgjast fyri tað, sum hann gjørdi.

Niðurstøðan hjá rættarsálarlæknunum er tí, at Breivik eigur at fáa viðgerðardóm, verður hann dømdur sekur.