Anders Behring Breivik, sum myrdi 77 fólk í Noregi í summar, iðrar seg ikki um illgerðina.
-Hann sigur, at tað, sum hann gjørdi, var óhugnaligt, men neyðugt, sigur verji hansara, Geir Lippestad, við norska sjónvarpið.
Ætlanin er, at rættarmálið ímóti Anders Behring Breivik skal byrja í rættinum í Oslo tann 16. apríl næsta ár. Hann situr í varðhaldi í Ila-fongslinum nakað uttan fyri Oslo.
Anders Behring Breivik sprongdi fyrst eina bumbu uttan fyri forsætismálaráðið í Oslo. Aftaná skjeyt hann sosialdemokratiskar ungdómar, sum vóru komnir saman til eina legu á oynni Utøya. Illgerðir hansara kostaðu 77 mannalív.










