Breitt samstarv um barnavernd

Sundalagið: Sunda Kommuna hevur nú gjørt avtalu við tríggjar kommunur í Norðoyggjum um barnaverndarøkið.

Frammanundan eru Sunda og Eiðis Kommuna gingnar saman um barnaverndarøkið, og við trimum kommunum í Norðoyggjum verður talan um eitt øki við íalt 3500 íbúgvum.
Viðareiðis, Hvannasunds og Húsa Kommuna hava nevniliga allar søkt um at gerast partur av barnaverndarøkinum, ið Sunda og Eiðis Kommuna eru gingnar saman um, og longu hava gjørt avtalu um.
Umsóknin frá teimum trimum kommununum var til viðgerðar á bygdaráðsfundum í Sunda og Eiðis Kommunu í gjárkvøldið, og varð uppskotið einmælt samtykt í Sunda kommunu.