Tríggir sambandstingmenn úr Eysturoy, ein miðfloksmaður úr Eysturoy, ein sjálvstýrismaður í Klaksvík, ein fólkaflokskvinna í Klaksvík. Tað er stuðulin, sum uppskotið hjá Kára P. Højgaard um fast samband millum Havnina og Skálafjørðin hevur í løgtinginum.
Tað vísir eitt spurnarumfar í dagsins Sosiali, sum blaðið hevur gjørt – har øll 33 tingfólkini hava svarað. Kanningin vísir, at uppskotið hjá Kára P. Højgaard, sum tað fyriliggur, fellur við einum braki, um tað kemur aftur á tingborð uttan at kollveltandi broytingar eru gjørdar. Og tær kunnu ikki gerast, tí so er eingin sáttmáli longur við Copenhagen Infrastructure Partners.
Sambært uppgerðini hjá Sosialinum, so eru 14 tingfólk sum fara at atkvøða nei, meðan 13 ikki hava tikið støðu. Summi av teimum, sum ikki hava tikið støðu siga, at verður Sandoyartunnilin blandaður uppí, so atkvøða tey ímóti, meðan tingemnn sunnanfjørðs vilja hava bindandi tilboð upp á Sandoyartunnil, Hvalbiartunnil og Smyril.
Tá løgmaður tók avgerð um, at málið skuldi aftur í tingið vísti hann á, at málið hevði breiða undirtøkur, tí 25 tingólk høvdu samtykt lógina, sum gav Kári P. Højgaard heimild at skriva undir sáttmálan. Men fyri at sleppa undan politiskum rumbli vildi løgmaður hava tingið at málið einaferð enn, og nú bendi alt á, at málið um privatu loysnina á Skálafjarðartunlinum enn einaferð dettur á gólvið.
Lesið meira í Sosialinum, er á gøtuni í dag og sum eisini kann síggjast, við at TRÝSTA HER










