Breiðka ráðgevingina

Ráðgevingin í fiskivinnumálum eigur at gerast betri og breiðari. Vit skulu eisini lurta eftir teimum, sum hava gingið í lívsins skúla, segði Jacob Vestergaard á landsfundi Fólkafloksins leygardagin

Landsstýrisfólk Fólkafloksins høvdu sínar framløgur eftir at Jørgen Niclasen, og Jacob Vestergaard, fiskivinnu- og tilfeingismálaráðharri, tosaði um tær ætlanir, sum liggja fyri framman.

Hann nam fyrst við ráðgevingina um serliga fiskidagar. Hann hevur áður ført fram, at vit eiga at fáa eina breiðari og gjølligari ráðgeving, og á landsfundinum leygardagin nevndi hann, at vit eiga at taka royndu fiskimenninar meiri við.

- Vit eiga at lurta eftir teimum, sum hava gingið í lívsins skúla alt sítt lív, fyri at fáa eina enn betri ráðgeving, segði Jacob Vestergaard.

Hann heldur eisini, at verandi skipan er ógvuliga stirvin, og at alt ov nógv skott eru inni í skipanini.

- Vinnan kann ikki í nóg stóran mun laga seg til broyttu umstøðurnar, segði Jacob Vestergaard.

Hann staðfesti, at tað er ein trupulleiki at fáa skipini mannað orsakað av vánaligum toskafiskiskapi. Oljuútreiðslurnar eru ógvuliga stórar, og tí hava trolararnir ilt við at klára seg.

- Smærru trolbátarnir hava tað ringt. Og 110 tons skottið, sum er inni í skipanini, er steinur oman á byrðu, og hetta er eitt mál, sum vit mugu taka upp, segði Jacob Vestergaard.