Í Vestmanna verður arbeitt við at gera Niðara veg av nýggjum. Hetta hevur leingi verið eitt ynski hjá vestmenningum - og eisini hjá Vestmanna kommunu.
Vegurin er trongur og er ein fløskuhálsur í bygdini, tá tað er her, at øll ferðslan - bæði hin lættara og tyngra - gongur dagliga.
Soleiðis, sum viðhefta mynd vísir, er Niðari vegur sera smalur og trongur, og í støðum er høgt niður av vegkantinum.
Vestmanna kommuna er farin í holt við at breiðka vegin og gera hann tryggari. Í samband við hetta arbeiði hevur kommunan keypt ognir á leiðini, soleiðis at hetta arbeiðið kann gerast.
Tað er entreprenørfelagið Kreton, sum ger hetta arbeiðið fyri Vestmanna kommunu.