Breiðanes og Hamranes latnir leysir aftur

Reiðaríið veitt trygd á 1,2 milliónir krónur, so skipini sleppa aftur til fiskiskap. Tað skrivar Kringvarpið Brimil tók teir báðar hvalbiartrolararnar á Munkagrunninum sunnudagin.

Teir vórðu tiknir fyri at fiska við ólógligum reiðskapi á einari leið, sum hevur verið stongd í nógv ár.

Brimil kom á Havnina við Hamranesi og Breiðanesi um ellivutíðina týskvøldið, og um tíggjutíðina í gjárkvøldið fóru teir av stað aftur.

Breiðanes og Hamranes vórðu eisini tiknir fyri at trola á stongdari leið á Munkagrunninum fyrst í apríl.

Tá blivu teir báðir skipararnir harafturat skuldsettir fyri at hava sløkt tólini, sum søgdu, hvar skipini vóru stødd. Tað málið er ikki avgreitt í Føroya rætti enn.