Seinna hálva av triðja umfari í Champions League bólkaspælinum varð spælt í kvøld. Stóra søgan er nokk Lionel Messi, sum skoraði hattrik í 4-0 sigrinum á Manchester City, ið fekk málverjan Claudio Bravo útvístan.
Tað var lagt upp til størsta dystin í triðja umfari, tá Pep Guardiola kom aftur á Nou Camp. Hesa ferð við Manchester City og fyrrverandi Barcelona málverjanum, Claudio Bravo.
Heimaliðið vann dystin 4-0. Lionel Messi skoraði trý tey fyrstu málini. Fyrsta kom í fyrra hálvleiki, tá Fernandinho ikki kláraði at standa á beininum og argentinski bóltsnillingurin bleiv púra leysur í brotsteiginum.
Í seinna hálvleiki brúki Claudio Bravo hondina uttanfyri brotsteigin, eftir at hann sjálvur gjørdi ein stóran feil. Tað kostaði reytt kort. Í løtuni aftaná skoraði Lionel Messi tvær ferðir. Seinni fekk Barcelona Jeremy Mathieu útvístan fyri tvey gul kort.
Móti dystarenda fekk Lionel Messi brotsspark, sum Neymar brendi. Løtu seinni setti Neymar tó punktum við máli til 4-0.
Favorittarnir vunnu
Aðrastaðni vunnu stóru favorittarnir. Arsenal vann heili 6-0 á bulgarska Ludogorets, meðan PSG heima vann 3-0 á sveisiska Basel. Arsenal og PSG hava bæði sjey stig og eru geitt oddalið. Í bólki B tapti Napoli heldur óvæntað fyri Besiktas, meðan Benfica vann 2-0 á útivølli móti Dynamo Kiev.
Í bólki D vunnu bæði Bayern Munchen og Atletico Madrid. Týsku meistararnir vunnu 4-1 á PSV. Í Russlandi hevði Atletico Madrid størri trupulleikar av FC Rostov, men vð málið frá Yannick Ferreira-Carrasco vann liðið úr Madrid tepran sigur.
Bólkur A:
Arsenal 6 - 0 Ludogorets Razgrad
Paris Saint Germain 3 - 0 Basel
1. Arsenal 7
2. PSG 7
3. Basel 1
4. Ludogorets 1
Bólkur B:
Dynamo Kiev 0 - 2 Benfica
SSC Napoli 2 - 3 Besiktas
1. Napoli 6
2. Besiktas 5
3. Benfica 4
4. Dynamo Kiev 1
Bólkur C:
Barcelona 4 - 0 Manchester City
Celtic 0 - 2 Borussia Moenchengladbach
1. Barcelona 9
2. Manchester City 4
3. Borussia Moenchengladbach 3
4. Celtic 1
Bólkur D:
Bayern Munich 4 - 1 PSV Eindhoven
FC Rostov 0 - 1 Atletico Madrid
1. Atletico Madrid 9
2. Bayern Munchen 6
3. PSV 1
4. FC Rostov 1