Ein av størstu legendunum í brasilskari fótbóltssøgu, Mario Zagallo er deyður 92 ára gamal.
Mario Zagallo megnaði sum leikari at vinna HM við Brasil í bæði 1958 og í 1962. Hann vann eisini HM-gull við Brasil sum høvuðsvenjari í 1970, og HM-gull við Brasil sum hjálparvenjari í 1994.
Mario Zagallo spældi á hægsta støði sum leikari millum 1951 og 1965. Hann spældi fyrstu sjey árini við Flamengo, og seinnu sjey árini við Botafogo. Hann spældi ongantíð við nøkrum liði uttanfyri Brasil.
Brasilski liðið, ið Mario Zagallo vandi, og sum vann HM-gull í Meksiko í 1970 verður av fleiri fótbóltssøgufrøðingum mett at vera best spælandi, og hartil mest undirhaldandi liðið, ið hevur vunnið HM-gull.
Mario Zagallo var eisini venjari hjá ymiskum brasilskum liðum, umframt liðum í ymiskum arabiskum londum, men tað eru brøgdini við Brasil, bæði sum leikari og sum venjari, ið fólk í Brasil fara at minnast hann fyri.