Venjarin, sum í 1982 og 1986 stóð á odda fyri brasilska fótbóltslandsliðnum í HM-endspølunum í Spania og Mexico, er deyður. Tele Santana skapti ein undirhaldandi og positivan fótbóltsstíl á brasilska landsliðnum hesi árini, og hugtakið varð kallað O Jogo Bonito - tað vakra spælið. Santana gavst í 1996 av heilsuorsøkum við at vera venjari, og í farnu viku doyði hann 74 ára gamal.