Brasiliumaður skal venja GÍ/LÍF

Seinasti venjarin til Formula-deildina anno 2008 er nú settur.

Og hjá GÍ/LÍF verður talan um útlendskan venjara. Enntá úr somikið fjarskotnum landi sum Brasia.

Andreas Poulsen, formaður í GÍ/LÍF, sigur, at venjarin nú er komin endaliga upp á pláss.

- Talan er um ein brasiliumann, sum hevur drúgvar royndir. Hann hevur virkað í Hollandi og í Ísrael, og eitt skifti eisini sum landsliðsvenjari hjá Vietnam.

- Av einhvørjari orsøk hevur tað gingið striltið hjá okkum at finna venjara til komandi kappingarár. Men vit halda okku hava kannað marknaðin væl og virðiliga, og alt tað, sum vit hava fingið at vita um Dito, peikar bara rætta vegin, sigur hann.

Tað er í samstarvi við Ólavur Waag Høgnesen, at GÍ/LIF hevur fingið fatur á venjaranum, sum altso verður fyrsti brasilski høvuðsvenjarin í fremstu føroysku deildini.

Hjá øllum hinum níggju Formula-liðunum er talan um føroyska venjaraloysn.