Brasil: HM favorittur við veikleikum

HM 2014: Vertstjóðin er favorittur, men hevur veikleikar í álopinum og í mótgangi

Í kvøld verður fyrsti dysturin í HM endaspælinum í Brasil. Vertstjóðin er kend sum fótbóltssvaka tjóðin, sum spælir hugflogsríkan og tekniskan sambafótbólt. Hetta passar ikki heilt, men einstaklingarnar í fremstu røð eru mangan millum teir bestu í heiminum, men Brasil anno 2014 er eitt kontra lið meiri enn nakað annað.

 

Brasil er eitt kontra lið

 

Ímyndin av strand- og gøtu-fótbóltinum, sum verður framførdur við framúr tekniskum detaljum í sambarútmum er helst bara ein ímynd. Tí talan er í størri um eitt kontra lið, sum arbeiðir hart í verjustøðu og hevur nakrar einstaklingar í fremstu røð, sum kunnu nakað heilt serligt við einum bólti.

 

Liðið spælir eina 4-2-3-1 skipan, har dentur er lagdur á rástyrki og disiplin eftir mittara aksanum. Thiago Silva og David Luiz eru í miðverjuni, meðan Paulinho og Luis Gustavo eru á verjukenda miðvøllinum, meðan tragetmaðurin, Fred, er framherjin.

 

Tað er á síðunum, at hugflogið fær rúm á liðnum hjá Luiz Felipe Scolari. Á bakkunum eru Dani Alves og Marcelo, meðan Neymar og Hulk eru á vengrunum, meðan Oscar reikar frá framrættaða miðvøllinum og út á síðurnar, so Hulk og serliga Neymar kunnu arbeiða inn í vøllin.

 

Sermerkt fyri hetta liðið er, at teir ikki spæla sum eitt nú Spania við nógvum stuttum flytingum, men heldur arbeiða hart í verjustøðu og leypa so á við ferð, tá teir vinna bóltin.

 

Styrkin er í skipani

 

Tað eru bara 18 mánaðir síðani, at Luiz Felipe Scolari tók við sum landsliðsvenjari hjá Brasil. Spæliskipanin er tað, sum á fótbóltsmálið eru rópt ein 4-2-3-1 spæliskipan. Við tveimum verjukendum miðvallaraum hevur liðið ein javnvág, sum gevur framrættaðu spælarunum nógv pláss.

 

Í mun til 2002 og 2006, tá Brasil hevði spælarar sum Ronaldo, Rivaldo, Ronaldinho, Kaka og Adriano, so er talan í ár í størri mun liðspælarar. Oscar, Hulk og framherjin Fred eru allir í størri mun liðspælarar, sum einki hava í móti at sleppa bóltinum av og á.

 

Spælarin, sum skal skapa tað óvæntaða, er Neymar Jr, sum skifti til Barcelona undan hesum kappingarárinum. Hann hevur havt eitt torført kappingarár í Europa, men á brasilska landsliðnum spælir hann sum ein dreymur.

 

Eisini samanhaldið á liðnum verður tulkað sum ein styrki. Tað eru ikki søgur um ófrið í hópinum og brasilsku spælararnir tykjast altíð í góðum lag til venjing.

 

Mótgangurin er veikleikin

 

Av tí at Brasil er eitt kortra lið, so klára teir seg væl, tá teir eru frammanfyri og hini liðini hava fyri neyðini at leypa á. Í Confederations Cup, sum Brasil vann í fjør, var liðið ongantíð aftanfyri í hálvleikinum.

 

Fyri fýra árum síðani í Suðurafrika spældi Brasil væl í fýra og ein hálvan dyst, men so komu teir afturum móti Hollandi, men megnaði ikki at venda dystinum.

 

Júst tað at venda einum dysti verður mett sum ein veikleiki hjá hesum liðnum. Kunnu teir trýsta hini liðini, tá teir eru aftanfyri? Ein annar veikleiki er renniorkan á liðnum. Liðið spælir mangan illa í seinna hálvleiki. Hetta verður mett at verða tí liðið er ikki í nóg vóðari venjing.

 

Nógv hevur eisini verið lagt á herðarnar á Neymar. Hetta kann verða ein styrki um hann spælir væl og ikki verður skaddur, men kann somuleiðis verða ein veikleiki um tað gongur illa, ella hann verður skaddur.

 

Brasil – Kroatia

 

Í kvøld verður fyrsti dysturin í HM endaspælinum í Brasil millum vertstjóðina og Kroatia. Spenningurin er ovurhondsstórur í heimlandinum. Spurningurin er nú um tað verður vertstjóðin, sum livir upp til heitið sum favorittur, ella kroatar við Luka Modric í hjartanum í á miðvøllinum kunnu halda høvdið kalt í hitanum í Sao Paolo?

 

HM bólkaspæl – Bólkur A:

Brasil – Kroatia (21.00)

 

Bólkur A:

1.     Brasil

2.     Kroatia

3.     Meksiko

4.     Kamerun