Bólkurin hevur seinastu vikurnar vant miðvíst og verður nú møguleiki at fáa eina smaksroynd av nýggjum tilfarinum, ið fer at verða borðreitt fyri amerikumonnum, tá ið konsertferðin byrjar um slakar tvær vikur. Á ferðini fara Braquet at spæla runt í øllum Amerika og vitja býir sum New York, Chicago, Las Vegas, Houston, Washington og Los Angeles. Eingin ivi er um at hetta er eitt stórt framstig fyri bólkin og tónleik sum heild í Føroyum. Konserferðin fer ikki einans at føra Braquet fram, men kann fara at vera eitt stórt stig á leiðini til eina veruliga tónleikavinnu í Føroyum. Eisini kann hugsast, at áhugin fyri Føroyum sum ferðamáli fer at vaksa, so hvørt sum føroyskur tónleikur verður meira kendur.
Áðrenn konsertina friggjakvøldið verður ein forvitnisslig, sokallað guitar-klinikk við gittarleikaranum í Braquet, Arna Zachariassen. Arni varð av G! Festivalinum kallaður ein absolutt gittarhetja, sum ósmæðin fresar reyvina av hvørjum sum helst. Arni fer á klinikkini at tosa um sítt gittarspæl og við støði í Braquet sangum, at vísa hvat eyðkennir hansara spæl.
Alt hetta fer fram á Virkishúsinum í Klaksvík fríggjakvøldið. Gittar-klinikkin byrjar kl. 18:30 og konsertin kl. 20:00. Frí atgongd.










