Brann inni í bilinum

Dagurin í gjár var ein vanlukkudagur hjá kvívíkingum, tá teir mistu ein av sínum egnu. Seinnapartin í gjár kom eldur í ein bil, og ein 76 ára gamal kvívíkingur var í bilinum, og lat lív

Syrgilig vanlukka var í Kvíkvík í gjár seinnapartin. Klokkan 15.08 fekk løgreglan eina fráboðan um, at eldur var í einum bili á parkeringsøkinum við Kirkjuna í Kvívík.

Sløkkiliðið í Kvívík var á staðnum beinanvegin, og klokkan 15.20 var eldurin sløktur. Vakthavandi á Politistøðini í Havn sigur, at tá fráboðanin kom, stóð bilurin longu í ljósum loga, og fólk sluppu ikki at bilinum fyri tí nógva hitanum.

Hóast Sløkkiliðið í Kvívík var á staðnum beinanvegin, var einki, teir kundu gera fyri at fáa mannin úr bilinum, og 76 ára gamli kvívíkingurin brann sostatt inni í bilinum.

Løgreglan veit ikki at siga hví eldur kom í bilin, men bilurin er fingin suður til Akstovuna, har bilurin nú kannaður nærri av serkønum fólki, soleiðs at staðfestast kann, hví, hvar og hvussu eldurin er uppstaðin.

Sum tað sæst á myndini, er bilurin næstan ikki brendur frammi í motorrúminum, og er eldurin tí ikki uppstaðin har, sum mest vanligt er at eldur kemur í bilar.

Tey, ið vara av manninum, fingu boðini beinanvegin.