Brandur: Vit kunnu verða stoltir av hesum avrikinum

(FM1) Fyribils er líkt til, at Brandur H. Olsen heldur fram hjá FH í Íslandi

- Vit kunnu verða stoltir av hesum avrikinum. Orðini eigur Brandur H. Olsen sum saman við liðfeløgunum á føroyska landsliðnum spældi javnleik 1-1 ímóti Kosovo á heimavølli á Tórsvølli í bólki 3 Nations League 4. deild.

 

Brandur H. Olsen greiðir frá, at partur av spæliætlanini var at steingja síðurnar fyri skjótu kosovansku vongspælarunum, og hann er sera glaður fyri, at tað eydnaðist í fult mát.

 

Um sína fótbóltsframtíð sigur Brandur H. Olsen, at hann hevur sáttmála við FH, og líkt er til, at hann tekur eitt tørn aftrat við liðnum á Hafnarfjørðinum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Brand H. Olsen.