Brandur Hendriksson Olsen skoraði eitt vakurt mál, tá Helsingborg IF í dag vann 5-2 á Lunds BK, sum spælir í triðjbestu deildini.
Føroyski landsliðsspælarin byrjaði á miðjuni í venjingardystinum. Tað var 2-0, tá Brandur Hendriksson Olsen við framúr skoti úr tjúgu metrum skoraði til 3-0. Helsingborg IF vann dystin 5-2.
Hanus Sørensen, sum spælir við U19-liðnum hjá FC Midtjyllandi, var á vøllinum allan dystin í dag, tá liðið í dag vann 2-0. Hanus Sørensen hevur verið skaddur, men stríðist við at koma í dystarvenjing undan Youth League dystin móti Ajax.