Brandur vann føroyingauppgerðina móti Róki

Ajax vann stórt á HEI Skæring á útivølli í kvøld

Føroyingauppgerð var í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld.

HEI Skæring við Róki Akralíð á liðnum tók móti Ajax við Brandi Halgirssyni á liðnum.

Ajax vann ein sannførandi 32-23 sigur. Í steðginum var Ajax á odda 18-15.

Rókur Akralíð skoraði eitt mál fyri HEI Skæring og fekk eina tveir minuttirs útvísing. Brandur Halgirsson fekk eina tveir minuttirs útvísing, og kom ikki á máltalvuna í kvøld.

Komandi týskvøld verður føroyingauppgerð aftur á skránni. Tá tekur liðið hjá Róa Berg Hansen, HØJ ímóti HEI Skæring. Sama kvøld spælir Ajax á útivølli móti Skovbakken.

Støðan: 

 

NRLiðDystirStig
1Nordsjælland1833
2Skive fH1932
3HC Midtjylland1823
4HØJ 1923
5Ajax 1721
6Team Sydhavsøerne1921
7Grindsted1820
8Skovbakken1817
9Otterup HK1815
10HEI Skæring1815
11TMS Tønder1814
12Vendsyssel168
13HC Odense195
14SUS Nyborg175