Brandur tvífaldur málskjútti

Brandur Olsen var við á eykaliðnum hjá FCK í gjár

Sunnudagin sat føroyski landsliðsleikarin, Brandur H. Olsen, á bonkinum allan dystin, tá ið besta liðið hjá FCK á útivølli vann 1-3 ímóti SønderjyskE.

 

Í gjár slapp Brandur tó á vøllin at spæla. Eykaliðið hjá FCK spældi á heimavølli ímóti eykaliðnum hjá Lyngby. FCK vann dystin 2-0, og var tað Brandur H. Olsen, ið skoraði bæði málini hjá FCK.

 

Felags fyri málini var, at bæði blivu skorað í fyrra hálvleiki, og at bæði vórðu skorað umvegis brotsspark, har Brandur var ósvikaliga tryggur.

 

Brotssparksmálini hjá Brandi kunnu síggjast her.