Ungi, føroyski landsliðsleikarin, Brandur H. Olsen, er ógvuliga væl nøgdur í FCK. Hetta staðfestir hann í samrøðu við donsku fótbóltsheimasíðuna, bold.dk. Brandur var við á føroyska liðnum, ið sunnudagin tapti tepurt ímóti Rumenia.
- Tað hevur nógv at siga fyri meg, at eg spæli dystir á einum høgum støði. Hetta er sera gott fyri mína menning, serliga, tá ið hugsað verður um, at eg ikki spæli so nógvar dystir hjá FCK í løtuni, sigur Brandur við bold.dk
Síðani danska kappingin byrjaði aftur eftir drúgvan vetrarsteðg, hevur Brandur bert spælt nakrar fáar minuttir í einum steypadysti ímóti Randers. Men hetta ger ikki, at hann ætlar sær aðrastaðni at spæla.
- Eg umhugsi ikki eingongd at skifta frá FCK. Eg trívist væl her, og eg eri bert 19 ár, so eg havi nógv ár frammanfyri mær. Eg havi hóast alt spælt fýra dystir fyri FCK, og tað vísir, at venjararnir hava álit á mær. Framyvir fari eg at arbeiða hart fyri at fáa fleiri dystir fyri FCK, sigur Brandur Olsen at enda.
Brandur skifti í 2011 úr barndómsfelagnum B71 til FCK. Spennandi verður, hvussu langt hann kann koma við fótbóltsyrkisleiðini.