Brandur Enni, sum í gjár var gestur á svensku útvarpsrásini Radioactive, hevur veruliga skapt áhuga fyri tónleika sínum í Svøríki, og ikki minst fyri Føroyum. Ungi sangfuglurin av Tvøroyri býr í hesum døgum í Svøríki. Umframt at taka sær eina útbúgving, hevur Brandur eisini skapt sær eitt veruligt tónleika navn í Svøríki, við sínum nýggju løgum, harímillum ?Sometimes Truth Needs a Lie?.
Í gjár vitjaði Brandur Enni svensku útvarpsrásina Radioactive, har hann bleiv spurdur inntil sína tónleikakarrieru, sítt lív í Svøríki, og ikki minst um Føroyar.
Svenska radiovertinnan var sannførd um, at Brandur veruliga hevur sett síni spor í svenska tónleikamarknaðin.
Sum búsitandi í Svøríki, er eisini natúrligt at royna at skapa áhuga fyri tónleikinum her eins og heima í Føroyum, greiddi Brandur Enni millum annað frá.
Brandur fer eftir øllum at døma at útgeva enn eina fløgu í nærmastu framtíð.










