Brandur Hendriksson Olsen bleiv í gjár skurðvíðgjørdur í knænum. Hann sigur á Instagram, at alt gekk sum tað skuldi við skurðviðgerðini.
Les eisini: Brandur hevur slitið krossbandið
- Ein skeivur, men glaður føroyingur eftir skurðviðgerðina. Alt gekk sum tað skuldi og nú er tað endurvenjing komandi mánaðirnar. Takk til øll, sum við boðum og øðrum hava víst sín stuðul. Tað hevur stóran týdning, skrivar Brandur Hendriksson Olsen á sosialu miðlunum.
Tað var í venjingardysti móti Velje, at skálvíkingur á landsliðnum bleiv skaddur. Skálvíkingurin greiddi Amtsavisen í Randers frá hendingini, sum hendi uttan nakran samanstoyd.
- Eg hoyrdi eitt klikk. Tað bendir á, at tað er okkurt í liðbandinum, men nú skal eg skannast tá vit koma heim. So fáa vit at síggja hvussu tað sær út, og um tað gongur útyvir kappingarbyrjanina, sigur Brandur Hendrikson Olsen við Amtsavisen í Randers.
Tað er óvist nær Brandur Hendriksson Olsen spælir aftur, men vanligt við slíkum skaða er, at talan er um meginpartin av einum ári.










