Samstundis sum Champions League bólkaspælið byrjar í dag, verður eisini sett hol á UEFA Youth Cup, sum er ein kapping fyri U19 liðnini hjá somu feløgum, ið spæla í Champions League.
Brandur Hendriksson Olsen, sum spælir við FCK, skal sostatt spæla móti U19 liðnum hjá Juventus í dag. Dysturin byrjar klokkan 14 føroyska tíð.
Dystirnir í UEFA Youth Cup verða spældir sama dag, sum bestu liðini hjá feløgunum møtast í Champions League. FCK skal sostatt spæla móti Juventus, Real Madrid og Galatasaray í ár.
*In.fo vísti fyrr í dag til beinleiðis stroymingina hjá TV3Sport.dk, har dysturin kann síggjast. Tíverri ber ikki til at síggja dystin í Føroyum, men TV3Sport Support skirvar, at arbeitt verður við málinum, men at tað ikki er ein trupulleiki, sum verður loystur her og nú.
TV3Sport Support:Det skyldes en indstilling i vores geofiltrering hvor vi ikke har fået inkluderet Færøerne blandt de tilladte brugere. Vi har ikke mulighed for at rette på det her og nu, men det bliver sendt videre til vores udviklere.