Brandur og elitan

Brandur Enni hevur nógvar av fremstu tónleikarum í Føroyum í rygginum, nú nógv verður lagt fyri í royndini at selja fløgur uttanlands

Nógv av teimum fólkunum, sum hava verið við í arbeiðnum við nýggju fløguni hjá Brandi Enni, vóru til staðar, tá tónleikurin av fløguni varð avdúkaður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin.

         Á pallinum og á fløguni er tað Brandur Enni, sum stjørnan, men handan leiktjøldini hava nógvir av fremstu føroysku tónleikarunum arbeitt miðvíst fyri at fáa tónleikin á altjóða stig.


         Niclas Johannesen, Óli Poulsen, Eyðfinn Jensen, Kim Hansen, In-G, Johannus á Rógvu Joensen, Lenhert Kjelsen og høvuðsmaðurin í ætlanini Steintór Rasmussen vóru millum fólkini, sum lurtaðu við spentum oyrum, tá Brandur Enni fór á pallin fyri fyrstu ferð við nýggja tónleikinum.


         Summir av teimum vóru eisini á pallinum eina løtu saman við Brandi, og tá fløgan nú fer at verða spæld í føroyskum og kanska útlendskum fløguspælarum, eru tað millum annað hesi fólkini, sum hava skrivað, spælt, sungið, framleitt og ljóðblandað tónleikin.


 <?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>


Umfatandi samstarv


Fólkini, sum hava gjørt tónleikin á fløguni hjá Brandi Enni, teljast millum tey evnaríkastu føroysku, tá tað snýr seg um popptónleik, og fleiri teirra hava fingið smærri og størri gjøgnumbrot uttanlands.


         Óli Poulsen er virdur framleiðari í Danmark, Niclas Johannesen hevur gjørt framstig í Kanada, Eyðfinn Jensen og Kári Jacobsen fáast burtur av við tónleik og upptøkur í Danmark og Lenhert Kjeldsen er ein tann mest nýtt mastrarin í Danmark.


         Tí er sannlíkið fyri, at nakað gott og professionelt kemur burturúr, tá hesi taka saman hendur við teimum dugnaligastu í Føroyum, stórt. Hetta hoyrst eisini á tónleikinum á fløguni, sum ljóðar eins væl og tann moderni popptónleikurin, sum er frammi í tíðini.


         Miðdepilin í øllum, tá tað snýr seg um framførslur og image, er 12 ára gamli Brandur Enni, og hann er eisini úr slíkum tilfari, sum stjørnur eru gjørdar av. Hann hevur evni at syngja, hann torir og dugir at føra seg fram, og hann er væl dámdur millum fólk í øllum aldri.


         Tað kann væl verða at Brandur og hini, sum hava gjørt Waiting in the Moonlight, eru í eini bíðistøðu, men sjáldan áður ? um nakrantíð ? er so nógv lagt fyri í eini roynd at fáa føroyskan popptónleik fram uttanlands.