Tað eru spennandi dagar hjá Brandi Halgirssyni og liðfeløgunum í Ajax Keypmannahavn í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Ajax er í kapprenning við Midtjylland og liðið hjá Róa Berg Hansen, HØJ um at røkka triðja plássinum sum gevur rætt til upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr bestu hondbóltsdeildini.
Brandur Halgirsson skoraði tvey mál tá Ajax á heimavølli vann 31-26 á Odense. Í steðginum var Ajax á odda 18-14.
Ajax hevur 35 stig á triðja plássi, og teir hava ein dyst eftir at leika móti Otterup á útivølli 17. apríl.
Midtjylland er á fjórða plássi við 32 stigum, men teir hava tveir dystir eftir at leika. Sunnudagin spæla teir á útivølli móti liðnum hjá Róki Akralíð, HEI Skæring.
HØJ er á fimta plássi við 31 stigum. Í morgin leika Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ á útivølli móti Team Sydhavsøerne.
Føroyingaliðið SUS Nyborg tapti aftur í kvøld. Hesaferð 26-32 móti Otterup á heimavølli. Í steðginum var Otterup á odda 18-13. Pætur Mikkjalsson skoraði trý mál og Tróndur Mikkelsen skoraði tvey mál fyri SUS Nyborg.
SUS Nyborg fer at enda væl aftast, men tað fær ongar avleiðingar tí bara kappingarnar í tveimum teimum ovastu deildunum eru í gongd orsaka av Korona-ávum. Tískil verður eingin niðurflyting úr næstbestu deildini hesaferð.
Støðan:
| Nr | LIÐ: | Dystir | Stig |
| 1 | Nordsjælland | 25 | 45 |
| 2 | Skive fH | 25 | 40 |
| 3 | Ajax | 25 | 35 |
| 4 | HC Midtjylland | 24 | 32 |
| 5 | HØJ | 24 | 31 |
| 6 | Otterup HK | 25 | 25 |
| 7 | Skovbakken | 24 | 25 |
| 8 | Sydhavsøerne | 24 | 24 |
| 9 | Grindsted | 24 | 23 |
| 10 | HEI Skæring | 24 | 21 |
| 11 | Tønder | 24 | 15 |
| 12 | HC Odense | 25 | 11 |
| 13 | Vendsyssel | 24 | 10 |
| 14 | SUS Nyborg | 25 | 5 |










