Brandur og Ajax vunnu - Niklas ikki við í avsmurningi

Brandur Halgirsson og AJAX København vunnu á kappingarneyta.

Niklas Simonsen mátti síggja TM Tønder fáa ein lúsing

Tað gekk sera væl hjá føroysku monnunum í donsku fyrstu deild leygardagin

Føroyingarnir í FIF og HEI Skæring vunnu sær sera góð og týdningarmikil stig í sinum dysti. Tað gjørdu føroyingarnir í AJAX eisini.

Les eisini:

Fýra mál og stig til Rók og Teis ímóti oddaliðnum

Jónas og Rói vunnu á topp-liði hóast trupulleikar

Við Brandi Halgirssyni á vøllinum og føroyska landsliðsvenjaranum, Sonna Larsen, í venjaratoyminum, vann Ajax og legði seg undir liðini á HØJ á stigatalvuni.

Tað leikaði sera javnt á seinastu løtuna tá ið HØJ minkaði úr trimum málum niður í eitt mál á muni. Men grønlendski landsliðsleikarin, Minik Dahl Høegh avgjørdi dystin, tá ið hann skoraði til úrslitið 22-20 í seinasta minuttinum.

Ajax København-HØJ 22-20 (8-10) (hbold.dk)

Ajax København: Minik Høegh 6, Jakob Rasmussen 4, Nichlas Poulsen 3, Casper Overgaard 2, Christian Olesen 2., Rasmus Grafe 2, Martin Christensen 2, Christopher Rasmussen 1.

HØJ: Frederik Skoda 6, Jeppe Hjorth 4, Villads Jensen 2, Gustav Falholt 2, Jakob Stork 2, Philip Kempf 2, Emil Bramming 1, Fredrik Lundgaard 1.

Niklas mátti síggja Tønder tapa

Landsliðsmálverjin, Niklas Simonsen, hevur stríðst við skaðar og nýggja kapping í málinum hjá TM Tønder, ið var nær við uppflyting seinasta kappingarár.

Kvívíkingurin var heldur ikki við tá ið Tønder spældi ímóti Team Sydhavsøerne, ið var tvey stig omanfyri á stigatalvuni áðrenn dystin.

Tey tvey stigini gjørdust til fýra, tí Team Sydhavsøerne smurdi Tønder av við úrslitinum 33-18.

Sydhavsøerne-Tønder 33-18 (17-7) (hbold.dk)

Sydhavsøerne: Kristian Vukman 9, Lauritz Leger 5, Bastian Stræde 4, Nicklas Petersen 3, Andreas Stryger 2, Alexander Nielsen 2, Jonas Løkken 2, Mikkel Andersen 2, Kaare Larsen 1, Magnus Campbell 1, Jonas Corneliussen 1, Nicklas Bomholt 1.

Tønder: Lasse Nikolajsen 5, Jeppe Jonasson 3, Alexander Hansen 2, Felix Kasch 2, Ulrik Eggert 2, Thomas Clausen 1, Malte Schnoor 1, Jimmi Elmgaard 1, Benjamin Holm 1.

 

NRLiðD V J T +/- Stig
1 TMS Ringsted 10 8 1 1 310 - 246 17
2 Skive fH 10 7 1 2 288 - 271 15
3 Otterup HK 10 7 0 3 284 - 270 14
4 HC Midtjylland 10 6 0 4 280 - 268 12
5 Team Sydhavsøerne 10 6 0 4 283 - 261 12
6 HC Odense - Herrer 10 5 0 5 302 - 276 10
7 Ajax København 10 4 2 4 271 - 270 10
8 HØJ Elite 10 5 0 5 268 - 269 10
9 IK Skovbakken 8 4 1 3 224 - 223 9
10 TM Tønder Håndbold 10 4 0 6 266 - 281 8
11 FIF 10 4 0 6 246 - 266 8
12 Odder Håndbold 9 2 0 7 236 - 262 4
13 HEI, Skæring 9 1 1 7 197 - 231 3
14 Roskilde Håndbold 8 1 0 7 199 - 260 2