Brandur Halgirsson tók sum vant tøkini í verjuni hjá Ajax, og fekk eina útvísing tá Ajax tapti tepurt 26-27 fyri oddaliðnum, HC Midtjyllandi á heimavølli í dag.
Tá 13 minuttir vóru farnir tyktist tað sum um, at Midtjylland fór at renna Ajax um koll, tá vóru miðjútlendingarnir á odda 8-2. Tá vann Ajax seg innaftur í dystin, og tá 18 minuttir vóru farnir var Midtjylland bert á odda við einum máli, 9-8. Í steðginum var Midtjylland á odda 17-15.
Tað komu ikki nógv mál í seinna hálvleiki. Tá fimm og ein hálvur minuttur var eftir var støðan 27-24 til Midtjylland. Tá hálvur minuttur var eftir av dystinum skoraði Ajax til 26-27, men tað eydnaðist tíverri ikki at javna til 27-27.
Ajax heldur jól á fimta plássi við 15 stigum fyri 15 dystir.
Brandur og liðfelagarnir í Ajax spæla aftur dyst 22. januar, tá teir møta Grindsted á útivølli.
Føroyingaliðið, Tønder við Sjúrði Olsen og Teis Horn Rasmussen skuldi spæla heimadyst móti Roskilde í dag, men av korona-ávum var dysturin avlýstur.
Støðan :
| Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
| 1 | HC Midtjylland | 15 | 28 |
| 2 | HØJ | 14 | 23 |
| 3 | Team Sydhavsøerne | 14 | 21 |
| 4 | Grindsted GIF | 14 | 19 |
| 5 | Ajax | 15 | 15 |
| 6 | IK Skovbakken | 14 | 14 |
| 7 | HEI Skæring | 14 | 12 |
| 8 | TM Tønder | 14 | 11 |
| 9 | Odder | 14 | 10 |
| 10 | Roskilde | 14 | 10 |
| 11 | Vendsyssel | 14 | 9 |
| 12 | Otterup HK | 13 | 9 |
| 13 | FIF | 14 | 8 |
| 14 | HC Odense | 13 | 7 |











