Brandur móti Barcelona

Í dag skal Brandur Hendriksson Olsen spæla móti FC Barcelona

Brandur og U19 liðið hjá FCK skal í dag spæla áttandapartsfinalu í UEFA Youth League móti Barcelona. Skálvíkingur átti sín stóra lut í, at FCK kom víðari úr bólkaspælinum, har Galatasaray og Juventus lógu eftirá, meðan Real Madrid og FCK fóru víðari.

 

Dysturin í dag er fyrsta áttandapartsfinalan í UEFA Youth League, sum er Champions League kappingin fyri U19 lið. Talan er bara ein dyst, sum avgerð hvør kemur víðari. Í fjórðingsfinaluni og hálvfinaluni verður talan um tveir dystir.

 

Dysturin verður spældur á Mini Estadi, sum liggur tætt við kenda leikvøllin hjá FC Barcelona, Camp Nou.

 

Dysturin millum Barcelona og FCK byrjar klokkan 17.00. Eurosport vísir dystin.


Áttandapartsfinalur:

FC Barcelona - FCK
CSKA Moskva v Paris Saint-Germain
Club Atlético de Madrid v Manchester City FC
Chelsea FC v AC Milan
Real Madrid CF v SSC Napoli
SL Benfica v Austria Wien
Arsenal FC v FC Shakhtar Donetsk
Real Sociedad de Fútbol v FC Schalke 04