U19 liðið hjá FC Keypmannahavn er klárt til áttandaparts finaluna í UEFA Youth League, aum verður leikt móti Barcelona.
Brandur Heinriksson Olsen og restin av Keypmannahavn liðnum gjørdist nummar tvey í sínum bólki, sum taldi Real Madrid, Juventus og Galatasaray. Leyvuungarnir komu gjøgnum bólkin uttan tap, men tó aftan fyri Real Madrid.
Seinnapartin í dag varð so lutakast um áttandaparts finalurnar, og har dró FCK Barcelona. Og í mun til Champions League áttandaparts finalurnar, so verða UEFA Youth Leagu áttandaparts finalurnar avgjørdar umvegis tann eina dystin, sum verðurleiktur á heimavøllinum hjá bólkavinnarunum.
Tað merkir, at FCK kemur upp á tað mest truplu uppgávuna á Camp Neu móti Barcelona.