Brandur Halgirsson hjá H71 hevur roynt seg sum ungdómsspælara í norðurtýska felagnum, Flensburg Handewitt, ið er arbeiðsgevarin hjá trimum donskum hondbóltslandsliðsleikarum.
Lasse Svan og Rasmus Lauge kendu Brand aftur og komu at heilsa uppá hann, og teir undirstrikaðu yvirfyri Brandi, at føroyska avrikið ímóti Montenegro var ógvuliga imponerandi.
Brandur Halgirsson heldur, at danska liðið var ótrúliga gott: - Tá teir skiftu út blivu teir bara sterkari, heldur Brandur Halgirsson.
Brandur Halgirsson heldur, at Montenegro passaði nógv betur til Føroyar, tí tað var lættari at avlesa hvat teir fóru at gera. Tað sama var als ikki galdandi ímóti Danmark.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Brand Halgirsson aftaná 17-35 (8-17) tapið ímóti Danmark í Skjern.